Eldraøkið - avbjóðing at útvega starvsfólk

21.01.2020 - 18:00
Eldraøkið - avbjóðing at útvega starvsfólk
.

Kjak stakk seg upp um heilsuútbúgvingina í Suðuroy herfyri. Útgangsstøðið var, at tað var ein trupulleiki, at skúlin lá í Suðuroy. Tað hevði við sær, at fleiri hildu seg aftur við at fara í skúla, tí ferðingin var ov drúgv og tað kravdi ov nógv, at flyta til Suðuroyar í eitt longri tíðarskeið fyri at fáa eina útbúgving.
Eitt annað kjak, sum stakk seg upp í kjalarvørrinum av tí fyrra, er avbjóðingin hjá fleiri kommunum at útvega sær starvsfólk til heilsufakliga økið, sum tær reka.
Millum annað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, úti á Facebook og skrivaði, at tey høvdu torført við at finna starvsfólk til eldraøkið og at orsøkirnar vórðu millum annað metlágt arbeiðsloysi, lág løn og at tað var ein trupulleiki hjá lesandi at fáa tað fíggjarliga at hanga saman undir útbúgvi
Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, og Maiken Olsen, eindarleiðari í Heilsuhúsinum í Havn skifta orð um avbjóðingina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360