- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pressan
Ber til hjá miðlunum verða kritiskir móti teimum sterku kreftunum, ið vilja stýra umhvørvisorðaskiftinum?
Coronavirus hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Hvar liggur markið millum neyðuga upplýsing og ræðsluherferðir? Ræða miðlarnir sínar lurtarar, hyggjarar og lesarar, ella eru miðlarnir við í fyribyrgjandi arbeiði?
Gestir:
Elsa Berg, Ringrás, Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Árni Gregersen, journalistur og Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Í telefonini: Shahin Gaini, yvirlækni.
Við tøknipultin: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig

Pressan
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.
Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.
Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.
Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.
Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.