Trump aftur í angletti

13.02.2020 - 17:27
Útheimurin
Trump aftur í angletti
Forsetin skal nú hava lagt seg út í eitt mál í løgmálaráðnum

Nú er enn eitt mál komið fram á breddan, sum fær eygleiðarar í Washington at øtast.

Málið snýr seg um Roger Stone, sum er bæði vinur og fyrrverandi ráðgevi hjá Donaldi Trump.

Hann var ein av teimum sum bleiv ákærdur, eftir frágreiðingin hjá Roberti Mueller, um russisku ávirkanina undir valstríðnum í 2016, varð almannakunngjørd.

Roger Stone varð funnin sekur í sjey ákærum í november mánaði í fjør. Harímillum, at forða fyri kanningararbeiðinum, at lúgva undir avhoyringum og at royna at ávirka vitnir.
Rumbli um Roger Stone, snýr seg um, at ákærar í málinum í vikuni mæltu til, at hann skuldi dømast millum sjey og nýggju ára fongsulsrevsing.
Hetta tykist at vera fallið Donaldi Trump fyri brósti, tí týsnáttina, eftir at tilmæli frá teimum fýra ákærarunum kom fram, tvitraði Trump at tilmæli um upp til nýggju ára fongsul var ørvitistos. 

Hetta hevur elvt til rok, um forsetin kann leggja seg út í rættarmál.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053