Navia vil brúka føroyska ull til húsabjálving

16.02.2020 - 15:20
InnlendisVinna
Navia vil brúka føroyska ull til húsabjálving
Fyritøkan vónar at fáa nýggju bjálvingina á sølumarknaðin næsta ár. Alfred Olsen, sum hevur bjálvað síni hús í Saltnesi við ull, letur sera væl at.
Føroyska ullin kann ikki bara brúkast til tógv og troyggjur - men eisini er hon fram úr góð bjálving til sethús, heldur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia

Fyritøkan Navia er nú komin eitt stórt fet nærri at gagnnýta føroysku ullina til bjálving.

-Neyðugu royndirnar eru gjørdar, og næsta stigið er at fáa eitt sonevnt "datablað" uppá ullina, soleiðis at keyparar vita niður í smálutir, hvat tey fáa, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia.

Royndirnar hjá Navia vísa, at føroyska ullin er sera væl egnað til bjálving.

Ein av teimum, sum longu hevur roynt føroysku ullina til at bjálva sethús, er Alfred Olsen.

Fyrrverandi løgtingsmaðurin brúkti bara føroyska ull at bjálva við, tá hann fyri nøkrum árum síðani setti gomlu Gráasteinshúsini í Saltnesi í stand.

-Og føroyska ullini roynist framúr væl til hetta endamál, sigur Alfred Olsen.

Tilsamans koma okkurt um 70 tons av ull av føroysku seyðunum um árið. Men langt frá alt verður gagnnýtt. Í fjør tók Búnaðarstovan ímóti 27 tonsum, fyrraárið 26 tonsum, og í 2017 var eingin ullarmóttøka.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøður við Óla Kristian á Torkilsheyggi og Alfred Olsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843