Felags uttanríkispolitisk nevnd

25.02.2020 - 17:55
InnlendisPolitikkur
Felags uttanríkispolitisk nevnd
Tíðirnar eru broyttar, og Danmark kann ikki longur taka uttanríkispolitiskar avgerðir vegna Føroyar og Grønland, sigur granskari.

Føroyar, Danmark og Grønland skulu hava eina felags uttanríkispolitiska nevnd.


Tað heldur Ulrik Pram Gad, Ph.D í stjórnmálafrøði og lektari á Aalborg Universitet.


Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad.

Politisku tíðirnar eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum, og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar.

Vit práta við Ulrik Pram Gad og Sjúrð Skaale, umframt at Bill Justinussen, Høgni  Hoydal og Jaspur Langgaard, limir í uttanlandsnevndini, kjakast í útvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070