Smittaði føroyingurin: Sum at hava vanligt krím

bannari
04.03.2020 - 16:36
Innlendis›Heilsa
Smittaði føroyingurin: Sum at hava vanligt krím
Hoyr samrøðu við Kaj J. Skipanes í útvarpstíðindunum
Kaj J. Skipanes og familjan sita avbyrgd í sóttarhaldi heima í Hoyvík, og mugu ikki koma í samband við fólk. Men Covid 19 kennist ikki øðrvísi enn vanligt krím, heldur hann
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

– Tað er sum at hava vanligt krím. 

Tað sigur Kaj J. Skipanes, sum er fyrsti føroyingur, ið hevur fingið staðfest koronu, COVID-19. 

Hann hevur verið á einari møtiráðstevnu í París saman við konuni. 

Kaj J. Skipanes er nú avbyrgdur saman við familjuni heima við hús.

Men áðrenn smittan varð staðfest í morgun, hevur hann verið til arbeiðis, og børnini hava verið í barnagarði og skúla. 

Hoyr samrøðu, sum Uni L. Hansen hevur gjørt við Kaj J. Skipanes í útvarpstíðindunum. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542