- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðar umstøður á Hotel Vágum
09.03.2020 - 15:39
Innlendis›Heilsa
Góðar umstøður á Hotel Vágum
Bjørk Sjóðklett harmast um, at hon av óvart tók koronuvirusið við sær til Føroya
Mynd: Mynd frá Facebookvanga
– Umstøðurnar her á Hotel Vágum eru góðar, so hetta líkist einari feriu.
Tað sigur Bjørk Sjóðklett, sum varð smittað við COVID-19 koronuvirusinum í Norðuritalia, og í løtuni situr í sóttarhaldi á Hotel Vágum.
Bjørk Sjóðklett fór av landinum fríggjadagin 28. februar og kom aftur týsdagin 3. mars. Hon harmast um, at hon av óvart er komin til at taka koronuvirusið við til Føroya.
Nýggi, elektroniski festivalurin, Bjørk Sjóðklett, fyriskipar, eitur The Fairy Island Festival. Tað ber til at lesa meira um festivalin á Facebook-vanganum hjá festivalinum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV