Hava egið eftirlit

10.03.2020 - 17:58
Innlendis
Hava egið eftirlit
Hóast ein millión alilaksur doyði í aliringum í Suðuroynni í síðstu viku, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki verið á staðnum
Aliringar í Froðba

Sunnudagin bórust tíðindini, at ein millión alilaksur hjá føroysku fyritøkuni Bakkafrost var deyður í aliringunum í Froðba og Hvalba.

Í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum klokkan 18 tann dagon greddi Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, frá, at alilaksurin var deyður av stress, ið komst av ringa veðrinum, ið hevði verið í fleiri dagar.

Og tað er einki óvanligt, at alilaksur doyr av stress tá veðriði er ringt. Tað staðfesta bæði landsdjóralæknin Birna Mørkøre og djóralæknin Peter Østergaard, tó at mongdin av deyðum fiski vekir ans.

Men hóast ein millión alilaksur og eitt virði fyri 300 milliónir krónur fór fyri skeyti, so hevur heilsumyndugleikin ikki verið á staðnum og kanna hvat hendi.

Mannagongdin í slíkum førum er nevniliga, at tað fyrst og fremst eru alifyritøkurnar sjálvar, ið veita upplýsingar um hvat hendi, meðan Heilsufrøðiliga Starvsstovan tryggjar, at fiskurin verður burturbeindur á rættan hátt.

Og tað undrar Peter Østergaard, ið metir at myndugleikin eigur at kanna støðuna, tá ið so nógvur fiskur doyr. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040