Góðan morgun Føroyar

Atlantsflog heldur fram at flyta ferðafólk
12-03-2020
- Vit eru partur av tilbúgvingini og flúgva, so longi sum landsins myndugleikar lova okkum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi

Atlantic Airways heldur fram við rutuflúgvingini, sum hon hevur verið seinastu tíðina. Flogfelagið fer sostatt ikki at steðga við ferðafólkaflutningi, sum støðan er nú.

- Vit hava sett serstakar mannagongdir í verk fyri langari tíð síðani, sigur Jóhanna á Bergi og leggur dent á, at avmarkingar eru umborð og ávísar mannagongdir, tá ferðafólk koma í land.

Hon sigur, at øll skulu boða frá, hvaðani tey koma frá, og tey sleppa ikki umborð, um tey hava sjúkueyðkenni.

- Vit eru ein partur av tilbúgvingini og halda fram at flúgva, so longi sum landsins myndugleikar lova okkum, sigur stjórin í Atlantic Airways.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026
Prát og veðrið
20-11-2026
Mannfólkadagur og nýggjur handil í Norðragøtu
19-11-2026
Prát og veðrið
19-11-2026
Psykiatriin flytir í H-bygningin, Poul Andrias Ziska fingið BPR frá CIB
18-11-2026
Veðrið og prát
18-11-2026
Lions 60 ár, nýggj Beatles bók, Xperiment
17-11-2026
Prát og veðrið
17-11-2026
Ebbuvirðislønin og IKTYS 20 ár
16-11-2026
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026