- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Brúdleypið avlýst vegna COVID-19
12-03-2020
Elin Holm og Julian Johansen hava avlýst sítt brúdleyp, sum skuldi verða leygardagin
Elin Holm og Julian Johansen skuldu giftast næsta leygardag, men tað verður av ongum á hesum sinni.
Støðan við COVID-19 smittuvandanum hevur fingið parið at taka hesa avgerðina.
290 gestir vóru annars bodnir í brúdleyp.
– Lurtar man eftir almennu tilmælunum, so gevur tað onga meining at hava eina stóra veitslu í hesm døgum, sigur Julian Johansen.
Enn er óvist, nær brúdleypið verður.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500