Góðan morgun Føroyar

Børnini skulu kenna seg trygg
12-03-2020
Tað ræður um at tosa við børnini um COVID-19 út frá tí aldri, sum børnini eru í

Smærri børn skulu vissast um, at tey vaksnu vita, hvat tey gera. Finn útav, hvat tey hugsa um, svara spurningum og minnist til at tosa við tey útfrá aldrinum, sum tey eru í.

- Foreldur mugu ikki ivast ella seta spurnartekin við støðuna framman fyri børnunum, tí tey hava tørv á at vita og líta á, at tey vaksnu vita, hvat tey gera.

Kropsmálið hevur eisini nógv at siga. Tí eitt er at siga eitt, meðan kroppurin vísir ótryggleika ella iva.

- Í grundini ivast vit øll í løtuni, men tað er av størsta týdningi, at vit ikki vísa børnunum okkara iva, so børnini kunnu kenna seg trygg, sigur Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur.

Hon mælir eisini til at lesa um COVID-19 saman við teimum størru børnunum. Latið ikki børnini sita fyri seg sjálvi og lesa um støðuna á netinum, eru boðini frá sálarfrøðinginum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Listasavnið hevur reisigildi. Og nýggj bók um at liva millum heimar.
27-11-2026
Veðrið og prát
27-11-2026
City Church og Flemische Kap stuttsøgukapping
26-11-2026
Harðskapur móti kvinnum og bók við kórsatsum
25-11-2026
Veðrið og prát
25-11-2026
Skrivaríið, G! festivalurin
24-11-2026
Fyrsti jólasangur, nýggjársgudstænasta, veðrið
24-11-2026
Ársins orð 2026, Guðrið Hansdóttir
23-11-2026
Prát og veðrið
23-11-2026
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026
Prát og veðrið
20-11-2026