- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Norröna gevst at flyta ferðafólk
12-03-2020
Norrøna fer ikki at flyta ferðafólk næstu tvær vikurnar, og hesa tíðina verður bara farmur fluttur, sigur stjórin í Smyril Line
Tá Norröna siglir í næstu viku, verður tað uttan ferðafólk. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Næstu tvær vikurnar fer Norröna fyrst og fremst at flyta farm, sigur stjórin í Smyril Line.
Fyri løtu síðani boðaði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, frá, at allar havnir í Tórshavnar kommunu verða stongdar fyri útlendskum ferðamannaskipum.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026
Psykiatriin flytir í H-bygningin, Poul Andrias Ziska fingið BPR frá CIB
18-11-2026