Ferðafólk til Suðuroyar vórðu hildin aftur

bannari
13.03.2020 - 15:15
Innlendis›Heilsa
Ferðafólk til Suðuroyar vórðu hildin aftur
Tá Strandferðslan hevði ráðført seg við myndugleikarnar, sluppu ferðafólkini umborð á Smyril

Vaktarfólk á Smyrli hildu í gjárkvøldið 16 ferðafólkum aftur, sum ætlaðu sær til Suðuroyar við Smyril, tí tey vóru komin við flogfarinum úr Danmark.

Coronabólkurin á Strandferðsluni gav boð um ikki at loyva teimum umborð.

Meðan ferðafólkini vórðu hildin aftur, ráðførdi Strandferðslan seg við kreppuráðið og landslæknan um, hvussu tey skuldu bera seg, men boðini vóru, at  ferðafólkini kundu fara umborð á Smyril.

Hoyr Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860