1870 hoknar

bannari
14.03.2020 - 13:22
Innlendis
1870 hoknar
Fólk, sum veruliga hava tørv á læknahjálp, fáa ikki samband, tí telefonin verður blokerað av fólki, sum ringja óneyðugt

Tað er nógv trýst á heilsuverkið í hesum døgum, og tað merkist eisini á læknavaktini 1870, tí fólk ringja har allatíðina.

Men tað hevur tað við sær, at tey, ið veruliga hava tørv á læknahjálp, ikki fáa samband við lækna, tí fólk við spurningum um covid 19 ringja so nógv.

- Eisini við spurningum, sum svar kann fáast uppá á heimasíðuni hjá heilsumálaráðnum, hmr.fo, sigur Marius Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

Hann biður fólk á at fara á hmr.fo, áðrenn tey ringja 1870.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558