Góðan morgun Føroyar

Nógv hava tørv á at tosa við prest
17-03-2020
Í mangar mátar krevur tíðin eina enn størri nærveru frá presti, sigur Marjun Lómaklett

Tað blíva nógv fleiri pastoralar uppgávur, ásannar Marjun Lómaklett.

Tú merkir væl, at fleiri kenna seg ótrygg og nøkur eru óttafull og hava tørv á at koma á tal við prest.

Marjun Lómaklett sigur, at tað kennist heldur løgið, tá tú hevur fyrireikað teg til stóra familjugudstænastu, at saðla um og gera tað heilt øðrvísi.

Eisini jarðarferðir verða ávirkaðar av støðuni.

Í tí sambandi var ljóðstroymt frá jarðarferð í Christianskirkjuni, og tað vóru fólk ógvuliga fegin um.

Løtan var rørandi, tá gingið var út í Grøv, tí har stóð hópur av fólki framvið vegnum.

Tað vísti teimum avvarðandi, at tey hóast alt ikki ery einsamøll í støðuni.

Tøknin kemur væl við í hesum døgum. Hvønn sunnudag verður andakt løgd út á netið.

Hon kann eitt nú síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Harðskapur móti kvinnum og bók við kórsatsum
25-11-2026
Veðrið og prát
25-11-2026
Skrivaríið, G! festivalurin
24-11-2026
Fyrsti jólasangur, nýggjársgudstænasta, veðrið
24-11-2026
Ársins orð 2026, Guðrið Hansdóttir
23-11-2026
Prát og veðrið
23-11-2026
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026
Prát og veðrið
20-11-2026
Mannfólkadagur og nýggjur handil í Norðragøtu
19-11-2026
Prát og veðrið
19-11-2026
Psykiatriin flytir í H-bygningin, Poul Andrias Ziska fingið BPR frá CIB
18-11-2026
Veðrið og prát
18-11-2026