Bendilormur í haru

26.03.2020 - 15:13
InnlendisSamfelag
Bendilormur í haru
Tilsamans vóru 755 harutúrar gjørdir í 299 hagapørtum í 84 bygdum i fjør

Seinastu árini eru fólk, sum hava flett haru, vorðin varug við bendilorm í haruni. 

Kanningar hjá Eyðfinni Magnussen, lektara í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, staðfesta nú, at bendilormur er í haru kring alt landið.

Triðingurin av harunum, sum varð kannaður, hevði bendilorm.

Tilsamans vórðu 755 harutúrar vórðu gjørdir í 299 hagapørtum í 84 bygdum í fjør. 

Tey, sum skutu í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, fingu mest. Tey skutu tilsamans 214 harur á 10 túrum.

Tú kanst lesa alla frágreiðingina "Haruveiða í Føroyum í 2019" her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808