Minni foreldragjald í Klaksvík kostar 600.000 kr.

26.03.2020 - 10:24
InnlendisPolitikkur
Minni foreldragjald í Klaksvík kostar 600.000 kr.
Formaðurin í Kommunufelagnum heldur, kommunurnar og landsstýrið eiga at tosa saman, um hvør skal gjalda rokningina

Klaksvíkar kommuna fer at endurrinda foreldrum, sum ikki brúka dagstovnarnar í løtuni, foreldragjaldið, nú koronasmittan herjar.

Tað fer í fyrstu syftu at kosta kommununi 600.000 kr.

Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at tað stendur til hvørja kommunu sær at gera av, hvat gjørt verður á dagstovnaøkinum, men tá tíðin er búgvin, eiga Kommunufelagið og landsstýrið at tosa saman, um hvør skal gjalda rokningina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086