Høvuðskokkur ger mat heima við hús

27.03.2020 - 18:38
Lívsstílur
Høvuðskokkur ger mat heima við hús
Teitur Christensen gevur sít boð upp á, hvat er góður kostur í hesum tíðum, har øll familjan er savnað
Kjøtbollar
Mynd: Teitur Christensen  

Teitur Christensen er høvuðskokkur í Fútastovu í Havn. Hann hevur verið fastur táttur í vikuskiftissendingini í nøkur ár. Nú er Fútastova stongd vegna koronasmittuvandan. Tað er soleiðis, at eitt starvsfólk í Fútastovu hevði fingið staðfest koronasmittu fyrst í mars mánað. Tað hevði við sær, at fleiri av starvólkunum máttu fara í sóttarhald, harímillum sjálvur høvuðskokkurin. Vikuskiftissendingin hevur prátað við Teit umvegis telefon. Hann letur hielsa og sigur, at tað stendur væl til við matgerðini heima við hús. Hann gevur okkum her tvær uppskriftir upp á mat, hann heldur vera hóskandi fyri eina familju við smærri børnum. Tann fyrra er upp á kjøtbollar og tann seinna upp á Peach Melba.
Kjøtbollar
500 g hakkað kálva- og fleskakjøt
1 tsk salt, strokin
1 tsk allaround kryddarí
1 tsk pipar
1 egg
2 spsk mjøl
1 dl róma
1 leyk, fíntskornan
2 fet av hvítleyki, fíntskorin
1 pott av persillu, fínthakkaða
1 pott av basillikum, fínthakkað
100 g bacon, smátt skorið
5-6 sólturkaðar tomatir, smátt skornar
1/2 pakka av rivnum mozerella ella parmasan
Byrja við at skera alt grøntmetið og bacon smátt. Man kann eisini bara blenda alt í kvirluni. Munurin er bert, at í kvirluni verður tað meira kleiggjut og ikki líka pent. Hita alt á einari pannu við einum sindri av olju í 5-10 min við lágum hita. Tað skal helst ikki fáa farvu. Lat tað so blíva heilt kalt, áðrenn tað verður koyrt í farsið. Rør kjøt, salt, pipar og allaround kryddarí seigt saman í uml. 1/2-1 min. Síðani koyrir tú egg og róma í saman við tí rivna ostinum. Rør síðan tað blandaða grønmetið í saman við mjøli. Ger altíð ein lítlan prøva á pannuni, áðrenn tú rullar allar bollanar, so tú kanst justera, um tað skal meira salt í. Tað er so ymiskt, hvussu fólki dámar salt, so ger altíð ein prøva áðrenn tú gert sovorðið sum kjøtbollar ella frikadellur. Tá tú er nøgd/ur við smakkin, rullar tú farsið í bollar á umleið 30 g stykkið og leggur teir á bakipapír á bakiplátu við einum sindri av plássi ímillum. Set ovnin á 225 gradir og koyr bollanar inn, tá ovnurin er heitur í 10-15 min.Summum dámar at steikja kjøtbollarnar á pannu, men eg haldi sjálvur, tað er lættast at steikja teir í ovninum. So eru bollanir klárir at koyrast í tomatsósina. Borðreið við pasta, fínk hakkaðum urtum og rivnum osti.
Peach Melba
1 dós av ferskum
200 g fryst hindber
50 g sukur
2 spsk vatn
1 tsk vaniljusukur
100 g róma
100 g súrróma 38%
1 pk heslinøtum
Koyr hindber, sukur og vatn í eina grýtu og kóka í 10 min við lágum hita. Síla og køl niður. Rista heslinøturnar á pannu ella í ovninum við 140 stigum í 10 min. Píska róma, súrróma og vaniljusukur saman, til tað blívur tjúkt. Um ein vil hava tað søtari, kann ein koyra 1-2 spsk flormelis í. Sker ferskurnar í bátar og legg 8-10 stykkir í eina skál við hindberjasós og vaniljukremi omaná. Drússa heslinøturnar omaná. Ein kann eisini nýta vaniljuís, ið upprunaliga er í Peach Melda, í staðin fyri vaniljukrem.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012