- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kreativ hugskot til teirra, ið hava stundir
31-03-2020
Fleiri leita eftir hugnaligum ítrívum at gera heima, sigur Ranvá Knudsen
Um tú hevur møguleika at gera ymiskt kreativt við hús, men saknar íblástur, so er kanska ein hjálpandi hond her.
Instagramsíðan, Dreymakøkurnar hjá Ranvá, er fyri tað mesta, sum navnið bendir á, um køkur. Men eisini onnur góð hugskot eru at finna.
Eitt nú verður víst, hvussu tú kanst gera heimagjørt modellervoks og vakurt páskaprýði.
Eisini sigur Ranvá Knudsen, at teir vælumtóktu rómabollarnir eru stuttligir at gera saman.
Teir kunnu bæði gerast á lættan hátt, men eisini ber til at arbeiða við smálutunum, soleiðis at rómbollarnir verða ein spennandi avbjóðing.
Tú kanst lesa meira og síggja videobrot á instagramvanganum, Dreymakøkurnar hjá Ranvá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024