- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Lærarar royna at laga seg til sín nýggja gerandisdag, har tey sjálvi sita við hús og undirvísa børnum, sum eru í skúla heima.
Amboðini, sum nú verða nýtt til undirvísin,g eru í stóran mun nýggj hjá bæði lærarum og næmingum, eins og tøknin spælir ein stóran leiklut, og her er NÁM ein stór hjálp, sigur Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
- Tað er trupult hjá lærarum at tryggja sær, at allir næmingar fáa alt við í undirvísingini, men hjá yngri flokkunum snýr tað seg mest um at hava ein gerandisdag har lærarin hevur samband við næmingarnar, og at næmingarnir sleppa at kenna seg sum part av felagsskapinum, sum flokkurin er. Nú er tíðin at arbeiða við tí, sum næmingarnir longu kenna, og ikki fara í holt við nýggj ting, tí tað kunnu vit taka seinni, leggur hann afturat.