Góðan morgun Føroyar

Bólkur skapar hugnaløtur fyri teimum eldru
02-04-2020
Hugnaløtur fyri teimum eldru er heitið á nýggjum facebookbólki. Endamálið við honum er at undirhalda okkara eldri borgarum

Vár í Gong, sum sjálv starvast a røktarheimi, hevur tikið stig til bólkin.

Tey eldru duga væl at taka støðuna, men sjálvandi kann tað blíva einsligt hjá teimum, sigur Vár í Gong. Hetta er ein háttur at brúka tøknina til nakað skilagott.

Á síðuni stendur soleiðis: Fleiri duga at syngja, at spæla, at siga eina stuttliga søgu, gera stólafimleik ella okkurt heilt annað.

Einasta treytin er, at tað er okkurt sum fær tey gomlu í gott lag. Leggið eina videoheilsan á hendan bólkin. Starvsfólkini sum eru kring tey gomlu kunnu skipa soleiðis fyri, at heilsanirnar vera vístar í sjónvarpinum ella ipaddum.

So tit, spælimenn, skrøggarar, frásøgufólk ella okkurt heilt annað, leggið eina videoheilsan inn á hendan bólkin, so skifta vit eitt sindur av koronatíðindum út við tónleik og annað gott frá tykkum.

Leinki til bólkin er her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024