- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Lesandi kanna fyri korona
03-04-2020
Skalt tú kannast fyri korona, so eru tað tey, sum lesa sjúkrarøktarfrøði, ið standa fyri tær uttan fyri sjúkrahúsini
Gerandisdagurin hjá teimum, sum lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum, er nógv broyttur seinastu tíðina. Eingin undirvísing er, og tey lesandi eru farin í arbeiðs- ella verndarbúnan í staðin, og ert tú ein av teimum, ið skal kannast fyri korona, so hittir tú tey uttan fyri sjúkrahúsini, har kanningarnar verða gjørdar.
Ein teirra er Guðrið Jákupsdóttir, sum vit fingu orðið á, áðrenn hon fór til arbeiðis har hon aftur í dag skal kanna føroyingar fyri korona.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Listasavnið hevur reisigildi. Og nýggj bók um at liva millum heimar.
27-11-2026
Barnabati stuðulskonsert, Hitt gandaða lyklaholið, fótbóltsdystir millum Kambsdal - Glasir
20-11-2026