Góðan morgun Føroyar

Matur og hugni hoyra saman
07-04-2020
Tá tú bjóðar onkrum inn til eina góða máltíð, so bjóðar tú teimum samstundis til at vera partur av felagsskapinum, sigur Gutti Winther

- Eitt borðhald er ein demokratisk prosess at øll blíva hoyrd og at øll sleppa við, og tað avspeglar okkara civilisatión, sigur Gutti Wihter

Hann leggur afturat, at sjálvt um vit ikki sleppa at gera sum vit plaga, so ber væl til at gera okkurt burturúr heima, tá tað snýr seg um máltíðina.

- Eg havi tosað við fólk, sum spæla matstovu heima. Tey flyta borðið eitt annað stað í húsinum og so hampa tey seg, sum skuldu tey út, bara fyri at fáa kensluna av at okkurt sker, og tað kann man sagtans.

Eisini kemur Gutti við góðum hugskotum til hvønn mat vit kunnu gera á páskum - harímillum hvat vit kunnu brúka egg til, og hvussu vit best steikja ein lambsbógv, og at enda kemur hann við einari áheitan á føroyingar:

'Gerið mat við føroyskum rávørum nú á páskum. Tær eru góðar, og so stuðla vit eisini føroysku framleiðarunum, sum hava tað trupult í hesum døgum'

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024