- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fellið ikki fyri sosialu freistingini

28. mars fór Silja Rógvadóttir Róin at vitja ein vinmann. Hon og fýra onnur hugnaðu sær saman hetta kvøldið, men tey vistu ikki av, at ein annar ósjónligur gestur eisini var til staðar.
Tað funnu tey útav nakrar dagar seinni, tá tann eini av teimum fekk staðfest koronasmittuna.
Silja fór í sóttarhald 1. apríl, og har situr hon enn.
Tað er tí, at eina viku eftir, at hon var farin í sóttarhald, fekk hon staðfest sjúkuna sjálv, og so longdist sóttarhaldið við tveimum vikum afturat.
Silja Rógvadóttir Róin er seinasti føroyingurin, sum higartil hevur fingið staðfest koronasmittuna og ásannar, at tað var dýrt at fella fyri sosialu freistingini leygarkvøldið 28. mars.













