- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tey eldru tikin á bóli við útikonsert
17-04-2020
Tað var til stóra gleði fyri búfólkið á Heiminum við Vágna í Klaksvík, tá Hallur Joensen møtti upp við gittara og sangi
Tað var dúgliga sungið og dansað aftur við tónunum frá Halli Joensen á Heiminum við Vágna í gjár.
Búfólkini á heiminum vistu ikki av frammanundan, at morgunin fór at verða nakað øðrvísi enn aðrir morgnar, men tað var til stóra fragd, tá tónleikurin byrjaði at runga uttan fyri vindeyguni.
Morgunsendingin var á staðnum og gjørdi eina frásøgn frá løtuni.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500