Granska positivar koronuroyndir

bannari
29.04.2020 - 10:27
InnlendisHeilsa
Granska positivar koronuroyndir
Granskingin skal vísa, hvør hevur smittað hvønn, og um fleiri frábrigdi av virusinum eru í Føroyum
Debes Hammershaimb Christiansen stendur fyri granskingini

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer nú at lesa arvastrongin á teimum 190 positivu koronuroyndunum, sum eru tiknar í Føroyum.

Debes Hammershaimb Christiansen, leiðari á patologisku deildini á Starvsstovuni, fer at standa fyri granskingini.

Granskingin skal vísa, hvør hevur smittað hvønn, og um fleiri frábrigdi - variantar - eru av virusinum í Føroyum.

Heilsufrøðiga starvsstovan hevur fingið umleið 400.000 krónur til granskingina, sum varir eitt hálvt ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873