Myndir í eitt mannaminni

01.05.2020 - 19:23
Lívsstílur
Myndir í eitt mannaminni
Prát við Alan Brockie, myndamann
Nøkur av myndatólunum, sum Allan eigur, m.a. eitt Leica M5, sum Kalmar og Alan keyptu í 70'unum
Mynd: Leivur Thomsen  

Alan Brockie hevur tikið myndir í eitt mannaminni. Sum fotografur er hann sjálvlærdur. Áhugan fekk hann fra pápa sínum, sum tók myndir fyri bretska herin undir seinna heimskríggi. Fyrst í 60'unum lænti Alan myndatólið frá pápa sínum. Seinni keypti hann sær sítt egna Nikon F myndatól. Serliga er tað dokumentarmyndir, sum hugtaka. Myndirnar skulu siga okkurt, hava okkurt serligt óvæntað frábrigdi fyri at vera áhugaverdar, heldur Alan. Tað er ikki so lítið, sum liggur eftir Alan Brockie. Flestu myndirnar eru ikki enn útgivnar og liggja heima hjá Allani í negativformi. Hoyr útvarpsprátið her

Nakrar myndir, Sum Alan hevur tikið:

Børn spæla í nótarúgvu í Norðagøtu í 1978

Harkaliðið á Kongabrúnni fyrst í 90'unum

Símin Fredriksen bóndi í Múla 1977

Fyrsta veruliga mynd, sum Alan tók. Vágsbotnur 1961

Aðalfundur hjá felagnum Føroyskir Yrkisfotografar. Frá vinstru aftast: Jørgen Lutzen, Bambus, Alan Brockie, Judith Johannesen, Kalmar Lindenskov og Per á Hædd. Sitandi fremst: Ellen Dahl. Aðalfundurin var í 1982 hjá Ellen Dahl í Vági

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028