Bretskir myndugleikar mæla til at brúka masku

bannari
12.05.2020 - 07:25
Útheimurin
Bretskir myndugleikar mæla til at brúka masku
Bretska stjórnin mælir bretum til at brúka masku, tá ið tey eru úti og har nógv fólk eru savnað
Soleiðis gert tú eina masku burturúr eini t-shirt, sambært gov.uk
Mynd: gov.uk  

Nú størri virksemi er uttandura, mælir bretska stjórin fólki til at nýta munnbind, - heimagjørt munnbind, har nógv fólk kemur saman. Boris Johnson mælir fólki til at nýta t-shirt ella onnur klæði sum masku. Á heimasíðuni hjá  bretsku stjórnini er vegleiðing um, hvussu tú gert masku úr eini tshirt.

Í frágreiðingini frá stjórnini stendur, at heimagjørdar maskur kunnu í nøkrum førum hjálpa til at minka um smittuvandan. 

Sambært ætlanini hjá bretsku stjórnini fara fyrstu næmingarnir í skúla aftir 1. juni, handlar kunnu lata uppaftur í fyrsta lagi í juni, og gisingarhús, barrir og matstovur lata uppaftur í fyrsta lagi í juli, um so er, at tølini fyri koronusmittuna ganga rætta vegin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070