Málið hevur ikki bráðskund

26.05.2020 - 15:17
InnlendisPolitikkur
Málið hevur ikki bráðskund
Løgmaður sigur, at kanska kemur eitt uppskot um at avmarka møguleikar at keyp fasta ogn í Føroyum, í heyst ella næsta ár
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Landsstýrið greinar í løtuni, um tørvur er at leggja uppí við lóg, sum forðar útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum. Men í løtuni bendir einki á, at tað hevur bráðskund, sigur løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at upplýsingar frá tinglesingini og meklarum, vísa, at tey, sum hava áhuga at keypa fasta ogn, eru persónar, sum hava tilknýti til Føroya, tí teir hava føroyskt p-tal.

Kannað verður eisini, hvat grannlondini gera á hesum øki.

Tá greiningin er liðug, verður støða tikin til, um tiltøk skulu setast í verk. Og verður gjørt av at gera lóg á hesum øki, kemur uppskotið í heyst ella næsta ár, sigur løgmaður.

Hoyr samrøðu, sum Solby Christiansdóttir gjørdi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303