Atlantic Airways setir ferðina upp

30.05.2020 - 12:05
InnlendisSamfelag
Atlantic Airways setir ferðina upp
Jóhanna á Bergi, stjóri, sigur, at Atlantsflog fer undir meira regluliga flúgving frá 15. juni

Atlantsflog fer undir meira regluliga flúgving til Danmarkar og Ísland, sum vit kenna flogrutuna áðrenn koronafarsóttin fór at herja.

 

Avgerðin er tikin eftir tíðindafundin hjá landsstýrinum í gjár, tá sagt bleiv, at landamørkini lata upp og sóttarhaldið tikið av.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at frá 15 juni verður flogið til Kastrup hvønn dag og tvær ferðir um vikuna til Billund. 


Frá 22 juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna til Íslands. 

 

Øll fáa maskur 

Ferðandi verða biðin um at brúka maskur fyri at minka um smittuvandan. 

Tænastan av mati og drekkivørum verður skerd munandi av somu orsøk. 

 

Einki tilmæli komið 

Tilmælini frá landsstýrinum eru komin enn, um hvussu Atlantsflog fyrihalda seg í samband við at flogferðslan fer upp í ferð.

Jóhanna á Bergi ánnar bert,  at tey fara at tillaga seg til tilmælini sum koma frá landsstýrinum. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176