- Tú skalt tora at vera frek; og at taka shitt

03.06.2020 - 10:39
MentanTónleikur
- Tú skalt tora at vera frek; og at taka shitt
- Tað er neyvan lætt at spilla eina kvinnu út í Illtonkt, heldur Lív Lindenskov, sum kundi hugsað sær at battla ímóti eini kvinnu næstu ferð.

Tak niður

Føroyar hava fingið sín fyrsta kvinnuliga rappari - av tí harða slagnum.

Hon eitur Lív Lindenskov og luttekur í nýggjastu sendingini Illtonkt, sum menninir handan Swangah reka á sínum facebook-profili.

Her sæst hon í ringinum móti Poul Halli. Tey skiftast um at spilla hvønnnannan út.

Illtonkt: Poul Hallur vs. Lív

Persónlig álop

Oftast eru tey rættiliga persónlig.

Til dømis verður hon sjálv kallað fyri eina skøkju í Sirkus. Og sjálv leggur hon eftir støddini hjá Poul Halli - bæði so og so.

Men persónligu álopini bila einki:

 - Eg havi harða húð, sigur Lív Lindenskov, sum leggur afturat, at einki persónligt liggur aftanfyri.

Tvørturímóti, so gerast tey bæði tættari, eftir eina slíka kapping, sigur hon.

Vil spilla eina kvinnu út

Lív Lindenskov vónar, at hennara luttøka í Illtonkt kann gera tað lættari hjá øðrum kvinnum at bjóða seg fram.

 - Nú er bólturin farin á rull, sigur Lív Lindenskov, sum vónar, at hon onkuntíð fær møguleikan at kappast móti einum av hennara egna kyni.

 

 

 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Nón 14. juli 2020
111378
Týsdag 14. juli
KÍ flongdir á Tórsvølli
111372
Týsdag 14. juli
Góðan morgun Føroyar 14.07.2020
111342
Mánadag 13. juli
Umhvørvið og eg - endurnýtsla
111343
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
3-2
111388
Leygardag 11. juli
Video: 5mf dreingir, Fjarðastevna 2020
111287
Leygardag 11. juli
Video: 5mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111285
Leygardag 11. juli
Video: 10mf, Fjarðastevna 2020
111283