Summarsligur kokkteylur

05.06.2020 - 21:06
Lívsstílur
Summarsligur kokkteylur
Víngarðurin ger sín sermerkta blandingsdrykk
Kokkteylurin, sum Elsa Maria gjørdi
Mynd: Leivur Thomsen  

Víngarðurin í Tróndargøtu í Havn lat fyri tveimum vikum síðani upp aftur eftir koronustongsulin. Nú eru tey klár til summarið. Sum nakað forvitnisligt hava tey fingið listakonuna Hansinu Iversen at listprýða terrassuna uttanfyri, har tað er pláss fyri umleið 50 fólkum. Elsa Maria Olsen og Bjørn Krog eiga og reka Víngarðin. Sum navnið sigur, borðreiða tey mest við víni. Men tey hava eisini kokkteylar á skránni. Elsa Maria vísur, hvussu hon ger sín sermerkta kokkteyl við forkunnugum donskum rommi og heimagjørdum berjasiroppi. Sí myndir niðanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938