- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fangaður í fimm mánaðir

Hann skuldi vera burturi til arbeiðis sum maskinmeistari á skipinum Laprouse hjá DS Norden í átta vikur, men nú hevur hann verið fangaður umborð í fimm mánaðir.
- Hjá altjóða samfelagnum hevur hetta verið úti av lagið vánaligt, tí øll londini vilja hava tær vørurnar vit flyta, men eingin vil hjálpa sjómonnunum at sleppa heim, sigur Conrad Gaard Joensen.
Kortini er ein glotti fyri framman, tí fyri stuttum fingu teir umborð at vita, at í Korea sita nakrir mans í sóttarhaldi fyri at sleppa umborð á Laprouse, so at verandi manning kann sleppa heim. Men enn er óvist um tað fer at bragda.
- Tað ringasta er, at vit vita ikki, hvat fer at henda. Tað er serliga óvissan, sum tyngir manningina, og tá boð komu um, at tað fór kanska at bera til, tá batnaði huglagið umborð, sigur Conrad Gaard Joensen í dag.
Hoyr samrøðu við Conrad Gaard Joensen við at trýsta á pílin undir myndini.












