- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Í Føroyum verður mett, at á leið 1200 børn og ung vaksa í upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. At vit øll skuldu halda okkum innandura, tá korona herjaði, merkti at fleiri av hesum børnunum vóru serliga útsett - bæði tí summi ikki kundu luttaka í teimum tilboðunum, sum vanliga lætta um teirra gerandisdag, og tí tey ikki vórðu avlastaði av skúla, frítíðarítrivum og øðrum familjulimum.
Á Bláakrossi merkja tey eina øking av fólkum, sum venda sær til teirra. Fyrsta stigið er, at vit fáa sett orð á tey tingini sum eru trupul, siga tey á Bláakrossi
- Bláikrossur hevur nógvar hjálpartænastur, men um vit vilja røkka tørvinum sum er í løtuni, so krevur tað vælvild og fígging frá landsins myndugleikum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari.
- Tað er eisini sera umráðandi at vit, sum eru rundanum familjurnar, hjálpa til, sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari. Tað kann vera trupult fyri børn at siga frá, tí tey eru bangin fyri hvørjar avleiðingarnar eru. Tí skulu vit sum medmenniskju hjálpa familjum og børnum at fáa hjálp.
