Góðan morgun Føroyar

Sleppa ikki at ferðast við djórum
19-06-2020
Tey, ið kappast við seyðahundum uttanlands, finnast at nýggjum uppskoti

Umhvørvis- og vinnumálaráðið er júst komið við einum uppskoti um at broyta kunngerðina um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni. Uppskotið hevur til endamáls at tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveitt. Men fyri fólk, ið venja og kappast við seyðahundum uttanlands, merkir tað, at tey ikki sleppa at ferðast aftur og fram við hundunum.

- Um tað ikki ber til at ferðast við seyðahundi til kappingar, verður lagnan ikki blíð, heldur Tóki Berg Mikkelsen, formaður í Eysturoyar seyðahundafelag. Millum annað fer áhugin fyri at venja seyðahund, og tá minkar vitanin um seyðahundavenjing eisini so við og við. Tí heldur Tóki, at hetta fer at ávirka nógvar bøndur í framtíðini.

- Hvørja ferð ein hundur kemur úr útlondum, so økir mann um vandan fyri, at ein sjúka kemur inn, sum ikki finst í Føroyum frammanundan. Har eru fleiri sjúkur í okkara grannalondum, sum mann ikki hugsar um, sum ikki eru í Føroyum. Tað eru eisini sjúkur, ið ikki bert raka hundar, men eisini seyð, onnur djór - og nakrar av sjúkunum raka eisini fólk. Um vit fyrst fáa sjúkuna til landið, so sleppa vit ikki av við tær aftur. Tí vilja vit forða fyri, at nøkur smitta kemur til Føroya, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026