Starvsmannafelagið tekur undir við KAF

19.06.2020 - 16:22
Innlendis›Samfelag
Starvsmannafelagið tekur undir við KAF
Formaðurin í Starvsmannafelagnum undrast á, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur støðu til sáttmálan, sum er gjørdur við KAF
Hýrurin var góður, tá skrivað varð undir sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fyrst í hesum mánaðinum

- Vit taka 100 prosent undir við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum nú ætlar sær í rættin við Fíggjarmálaráðnum, tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki góðkenna sáttmálan, sum KAF og Starvsmannafelagið gjørdur fyrst í hesum mánaðinum.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Hann undrast á, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur støðu til sáttmálan, men dregur málið út.

Hoyr samrøðu við Súna Selfoss í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717