Munandi fleiri umsóknir til Setrið

04.07.2020 - 13:49
InnlendisSamfelag
Munandi fleiri umsóknir til Setrið
Koronufarsóttin eigur helst lut í, at talið av umsóknum inn á Fróðskaparsetrið er væl hægri í ár samanborið við í fjør

469 fólk hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Tað eru 18 prosent fleiri enn í fjør - eisini hóast Setrið bjóðar tríggjar færri útbúgvingar í ár.

Rannvá Davadóttir, lestrarskrivstovuleiðari, metir, at orsøkin er samansett.

Fyrst og fremst metir hon, at ein orsøk er, at Setrið í størri mun hevur víst á, hvat ein kann brúka útbúgvingarnar til. Umsøkjaratalið á lestrarstovnum uttanlands er eisini hækkað í ár. Lestrarskrivstovuleiðarin metir, at umsøkjaratalið á Fróðskaparsetrinum, eins og aðrir lærustovnar úti í heimi, er ávirkað av koronufarsóttini.

Ymiskt er, hvussu nógvar umsóknir eru til hvørja útbúgving. Sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og læraraútbúgving eru, eins og undanfarin ár, best umtóktar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860