– Óvist um fólk fáa eftirfylgjur

bannari
09.07.2020 - 07:39
InnlendisHeilsa
– Óvist um fólk fáa eftirfylgjur
Tað er ov tíðliga at siga, um fólk í Føroyum hava fingið varandi eftirfylgjur av COVID-19, sigur Pál Weihe, yvirlækni

Tað er ov tíðliga at siga, um fólk, ið eru smittað við koronu, fáa varandi eftirfylgjur.

Fyribils metingar úr Bretlandi vísa, at ein av 10 fáa ávísar eftirfylgjur av koronu.

Og í Danmark vita tey eisini, at tað eru nógv, ið ikki eru vorðin frísk aftur, sigur Stine Johnson, yvirlækni á Bispebjerg Hospital, við TV2.

Í Føroyum er Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, sjálvur við í verkætlan, sum kannar øll tey í Føroyum, sum eru staðfest smittað av koronusmittuni.

Hann sigur, at tað er ov tíðliga at staðfesta, um fólk í Føroyum hava fingið varandi eftirfylgjur. Seinni í summar ber til at siga meira, um fólk í Føroyum hava fingið varandi eftirfylgjur.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652