Fólkini hava tað gott

14.07.2020 - 23:14
Innlendis›112
Fólkini hava tað gott
Fyrr í kvøld kom eldur í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum. Tey seks fólkini, sum vóru í bilinum, komu út í øllum góðum, men bilurin er uppkolaður
Nógvur roykur kom úr Árnafjarðartunlinum, eftir at eldur kom í ein bil inni í tunlinum. Ongin fólkaskaði hendi.
Mynd: Privatmynd  

Eldur kom í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum um hálvgum níggju tíðina í kvøld. Nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.

Tvey vaksin og fýra børn vóru í bilinum. Tey vóru øll flutt úr tunlinum í øllum góðum við einum øðrum bili, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður, sum var staddur norðarumegin Árnafjarðartunnilin.

Runnu undan roykinum

Børnini vóru fyrst flutt burtur frá vandanum í einum bili, og tá bilførarin fór inn aftur í tunnilin eftir foreldrunum, høvdu tey runnið undan nógva roykinum.

Foreldrini runnu einar 150 metrar móti tunnilsmunnanum, metir sløkkiliðsmaðurin.

– Ongin teirra er farin á sjúkrahús, og øll hava tað eftir umstøðunum gott, sigur hann.

Landsverk kannar tunnilin

Nógv stórt og leyst grót er uppi undir tunnilsloftinum, sum Landsverk í hesi løtu kannar og arbeiðir við at fáa vekk.

– Eg dugi ikki at siga, nær tunnilin letur uppaftur, men hetta kann gott taka eina løtu, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040