Varðin fær ikki gjørt íløgur

23.07.2020 - 12:22
InnlendisVinna
Varðin fær ikki gjørt íløgur
Samtakið er komin upp undir eitt hámark í lógini, og fær tí ikki sett pengar í onnur reiðarí

Hóast Varðin í Gøtu gjarna vil hjálpa teimum, sum eiga línuskip ella ísfiskatrolarar, fær felagið ikki gjørt hesar íløgurnar.

Varðin fær fyrispurningar frá øðrum reiðaríum um pengar.

Man Varðin er komin upp undir eitt hámark í lógini, og fær tí ikki sett pengar í onnur reiðarí, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.

Hann sigur, at Varðin hevur onga ítøkiliga ætlan í løtuni um at byggja nýtt skip.

Annars eigur Varðin í bæði ísfiskatrolarum og í línuskipi, men tær íløgurnar vórðu gjørdar, áðrenn lógarásetingin um tey 25 prosentini kom. So lógin umfatar ikki tær.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444