Frítíð og náttúra

Um kjógva og jarðriv
02-08-2020
Jón Aldará ringmerkir kjógvapisu og vit tosa við Gunnar Bjarnason um jarðriv

Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg.
Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein túr í haga norðan fyri Havnina og vit dvølja við markið millum Hoyvíkshagan og Sundshagan.

Frítíð og náttúra

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.
Á turinum saman við Jógvani Gerðarlíð hava vit gingið um dalarnar og eru komin niðan á Lishøvda. Haðani ganga vit oman í Barm og síðani heim aftur um Skúvadal og Torvadal
31-07-2021
Túrurin um sunnara arm á Árnafirði er vakur og fjølbroyttur
31-07-2021
Gásadalsgøtan er ein spennandi bygdagøta. Eitt sindur tungt er at koma upp og nógvar sniðgøtur eru at ganga oman aftur í dalin.
31-07-2021
Í Suðuroy ery vit komin til Villingaberg og eru á Nøsini á Villingabergi. Í Fugloy eru vit á Klubbanum við Jóannesi og Zakariasi
31-07-2021
Tað er vakurt og stórsligið við Rituskor, Glyvraberg, Trøllagjógv, Glyvrabergsgjógv og Villingagjógv, har vit ganga í fyrra partinum á túrinum. og
31-07-2021
Vit ganga um Hælin og dvølja við gomlu toftirnar og bøin Úti á Hæli. Við Jógvani Joensen á Trøllanesi ganga vit túrin út á Eggjar
31-07-2021
Hestoyggin er sjáldsama vøkur, sjáldsom og fjøllbroytt í erva. Har eru vøtn, tjarnir og Heyggjar. Og so eru gjáirnar á suður-vestursíðuni
31-07-2021
Góð bygdagøta er millum Trongisvág og Nes í Hvalba
26-07-2021
Tá siglt verður runt Skúgvoynna, síggjast tey størstu lomvigabjørgini og -plássini í landinum. Á ferðini sigur Óla Jákup frá fugli, støðum og hendingum
17-07-2021
Túrurin niðan á Eystfelli er ein fittligur og vakur túrur. Útsýni er gott og av eggini síggjast m.a. Stapin og Sjúrðarberg
15-07-2021
Vit ganga túr saman við fyristøðumanninum í Koltri, sum nú er ein savnsoyggj undir Tjóðsavninum
18-09-2020
Á túri við Janusi úr Dímun eru vit komin niðan á oynna og ganga oman fram við eggini. 40 ár eru síðani at farið varð at planta trø Úti í Grøv
10-09-2020