Góðan morgun Føroyar

Ferðavinnan tikið Suðuroynna á bóli
06-08-2020
Tað eru serliga føroyingar, ið hava vitjað í Suðuroynni í summar. Tað setti veruliga ferð á vitjanirnar í oynni, at fólk ikki sluppu av landinum

Eileen Sandá, sum arbeiðir á Kunningarstovuni í Vági, sigur, at tey merktu beinanvegin í koronutíðini, at nógvir føroyingar vóru áhugaðir at koma til Suðuroyar; ikki bara um vikuskiftið, sum vanligt hevur verið, men eisini mitt í viku.

– Føroyingar koma higar fyri at hugna sær og teir leggja nógv meira pengar eftir sær í oynni enn útlendingar vanliga gera, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum hevur arbeitt við menningaræltan fyri ferðavinnuna í Suðuroynni og rekur kafé á Tvøroyri og hotel í Vági.

Her kanst tú hoyra samrøðuna við Theresu og Eileen, sum var í Góðan morgun Føroyum í morgun.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026