- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirumsorgan fyri teimum eldri

- Í einari yvirumsorgan fyri okkara elstu borgarum, hava vit gjørt alt fyri at verja tey fyri koronasmittuni, men samstundis hava vit tikið teirra sjálvsavgerðarrætt frá teimum, sigur Hildur Høgadalsá, limur í Etiska Ráðnum.
Etiska Ráðið hevur viðgjørt spurningin um, hvussu eldraøkið verður skipað, og tey eru komin eftir, at tað átti at verið møguligt at latið tey eldri fólkini sjálvi verið ein partur av avgerðunum, sum tiknar vera. Um so er, at tað tey eldru vilja - eitt nú fáa vitjanir - ikki letur seg gera, so má tað í øllum førum verða greitt, hví tað ikki ber til, sigur Hildur Høgadalsá.
Hoyr samrøðu við Hildur Høgadalsá við at trýsta á pílin undir myndini.












