Sjófólk eiga at fáa virðiliga viðferð

bannari
26.08.2020 - 13:20
InnlendisHeilsa
Sjófólk eiga at fáa virðiliga viðferð
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað kann ikki góðtakast, at eitt russiskt skip loysti, hóast vandi var fyri koronusmittu umborð
Yantarnny hevur ligið á Oyrareingjum seinastu dagarnar. Ein partur av manningini er staðfestur at hava koronu

- Vit eiga at krevja av teimum, sum fiska í føroyskum sjógvi, at tey fara væl við sínum sjófólki.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sunnukvøldið kom russiski trolarin, Yantarnyy, til Kollafjarðar við tveimum illa sjúkum monnum, sum vórðu smittaðir av koronu.

Hóast skiparin fyri nøkrum vikum síðani fekk tilboð um ráðgeving og kanning, tók hann ikki av, og skipið loysti, hóast vandi var fyri smittu umborð.

- Tað skulu vit als ikki góðtaka, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687