Eyðdis riggar av sum borgarstjóri

29.08.2020 - 09:00
InnlendisPolitikkur
Eyðdis riggar av sum borgarstjóri
Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar seg ikki fram á kommunuvalinum í november. Hon takkar sostatt fyri seg sum borgarstjóri í Vága kommunu.

1. januar fer Eyðdis Hartmann Niclasen aftur í starv sum stjórnarskrivari í Smyril Line.

Hon takkar samstundis fyri seg sum borgarstjóri í Vága kommunu.

Hon bjóðaði seg fyri fyrstu ferð fram í politikki á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan.

Hon fekk fjórðflestar atkvøður í Vága kommunu, 55 í alt, og samráddi seg í sessin sum borgarstjóri.

Eyðdis Hartmann Niclasen var vald á einum nýggjum lista, Lista V, ið segði seg vilja síggja kommununa við nýggjum eygum.

- Eg ætli mær ikki at verða livibreyðspolitikari, og ætlanin var ongantíð at vera borgarstjóri meira enn fýra ár. Mær leingist eisini aftur í starvið í Smyril Line, sigur hon um orsøkina til, at hon nú takkar fyri seg.

Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðaði seg eisini á løgtingsvalinum í fjør. Hon var nummar 11 á sambandslistanum og hevur okkurt stutt tíðarskeið havt sætið sum varafólk í Løgtinginum.

Hon hevur ikki tikið støðu, um hon bjóðar seg fram aftur á komandi løgtingsvalið.

 Val  Flokkur ella listi  Atkvøður
 Kommunuval, 8. november 2016  Listi V  55 atkvøður
 Fólkatingsval, 5. juni 2019  Sambandsflokkurin  303 atkvøður
 Løgtingsval, 31. august  Sambandsflokkurin  210 atkvøður

Hoyr longri samrøðu við Eyðdis Hartmann Niclasen við at trýsta á pílin omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549