Pengar til yngri læknar heldur enn sendistovu

03.09.2020 - 13:45
Innlendis›Politikkur
Pengar til yngri læknar heldur enn sendistovu
Løgtingið viðgjørdi í dag eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um eykajáttan
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum

Tær 1,6 milliónir krónurnar, sum eru játtaðar til at lata sendistovu upp í Ísrael, skulu heldur brúkast til løna yngri læknum, soleiðis at teir kunnu virka í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum hevur lagt fram uppskot um eykajáttan.

Tað er størri tørvur á læknum í heilsuverkinum, enn einari sendistovu í Ísrael, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Eftir fyrstu viðgerð fyrrapartin varð uppskotið beint í fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860