Kemur ikki óvart á fyrrverandi landsstýrismannin

04.09.2020 - 13:25
Innlendis›Politikkur
Kemur ikki óvart á fyrrverandi landsstýrismannin
USA kunnaði Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismann í uttanríkismálum, um økta hernaðarliga ferðslu kring Føroyar
Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum

Tað kemur ikki óvart á Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismann í uttanríkismálum, at tvey russisk bumbuflogfør vóru yvir Føroyum í mars í ár.

Tá ið Poul Michelsen var landsstýrismaður í uttanríkismálum, vitjaði amerikanski ráðharrin fyri herflotan, Ray Mabus, í Føroyum, og tá varð Poul Michelsen kunnaður um øktu ferðsluna kring Føroyar.

Poul Michelsen sigur, at ta tíðina, hann var landsstýrismaður, vórðu føroyskir myndguleikar bara eina ferð kunnaðir um eina ítøkiliga hending.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717