Vilja ikki brúka vøllin

10.09.2020 - 10:34
Ítróttur›Fótbóltur
Vilja ikki brúka vøllin
Tórshavnar býráð fer at játta tilsamans níggju milliónir kr. til ovara vøll í Gundadali
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
HB og B36 eru so misnøgd við nýggja graslíkið á ovara vølli í Gundadali, at tey vilja ikki brúka vøllin

Bestu mansliðini hjá B36 ella HB vilja ikki spæla sínar heimadystir á nýggja graslíkinum á ovara vølli í Gundadali.

Tað skrivar tíðindaportalurin in.fo.

Í gjár vóru umboð fyri Tórshavnar kommunu, HB og B36 á fundi. Og har gjørdu venjararnir, Jákup á Borg í B36 og Jens Berthel Askou í HB, greitt, at vøllurin ikki kann brúkast, sum støðan er nú.

B36 og HB vilja av somu orsøk framhaldandi spæla sínar heimadystir á Tórsvølli.

Býráðið hevur játtað fimm milliónir krónur til Ovara vøll í ár. Og fýra milliónir eru settar av í langtíðarætlanini fyri næsta ár, ella níggju milliónir krónur tilsamans.

Hoyr samrøðu við Jákup Mørk, næstformann í B36, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426