Búskapurin minkar nógv í ár

15.09.2020 - 13:46
Innlendis›Samfelag
Búskapurin minkar nógv í ár
Kortini heldur Búskaparráðið, at talan er ikki um kreppu, og mælir frá at seta tiltøk í verk
Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Korona hevur við sær, at búskaparvøksturin minkar næstan sjey prosent í ár, men longu næsta ár verður mett, at vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni verður hálvt sætta prosent.

Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðingini, sum varð kunngjørd í dag, at talan er ikki um kreppu, men heldur um ein stoyt, sum búskapurin hevur fingið í hesum árinum..

Búskaparráðið mælir frá átøkum, sum kunnu minka væntaða hallið á fíggjarlógini, ella at stimbra við almennum íløgum..

Hoyr samrøðu, sum Sólvit Nolsøe gjørdi við Hera á Rógvi, formann í Búskaparráðnum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037