Eiga at hava eitt stórt sláturhús í Føroyum

18.09.2020 - 15:38
InnlendisVinna
Eiga at hava eitt stórt sláturhús í Føroyum
Eisini stjórin í Jarðum harmast um, at Krás er givið at fletta
Símun Gullaksen er stjóri í Jarðum

Vit skuldu havt eitt størri sláturhús í Føroyum, har bæði seyður og neyt verða flett, og har dentur verður lagdur á at nýta kjøtið og avroðini.

Tað sigur Símun Gullaksen, stjóri í Jarðum.

Símun Gullaksen er bóndi í Hattarvík. Hann hevur riggað til, so at hann fær flett tey umleið 120 lombini, sum vanliga verða flett á hvørjum ári.

Sjálvt um hann fær flett sítt, so heldur hann tað vera sera harmiligt, at tey á Krás í Hósvík eru givin við at fletta seyð.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533